Ongi úrslit

Grønlendska fakfelagið fyri miðlafólk stuðlar føroyskum miðlafólkum

Øll fakfeløgini fyri miðlafólk í Norðurlondum stuðla kravinum hjá føroyskum miðlafólkum at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála

Arnaq Nielsen Formand for Medieforbundet i Grønland
Føroysk Miðlafólk
14. apríl kl. 23:33

Í dag hevur eisini grønlendska fakfelagið fyri miðlafólk víst fullan stuðul til Føroysk Miðlafólk, sum stríðist fyri samráðingarrættinum fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í yvirlýsing sigur Medieforbundet i Grønland, TP, millum annað at “Det er helt uacceptabelt, at journalister og mediefolk i Kringvarp Føroya nægtes forhandlingsretten – en grundlæggende faglig rettighed, som alle andre mediefolk i Rigsfællesskabet har haft i årevis.”

Felagið heitir tí á landsstýrið um at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála. 

Sum áður fráboðað hava Føroysk Miðlafólk stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins. Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund við løgmann og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum mikudagin 2. apríl og formliga latin Føroya Rætti mándagin 7. apríl.

 

Kravið í stevningini er stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. 

 

Málið er rættuliga prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.

 

Øll fakfeløgini fyri miðlafólk í Norðurlondum stuðla kravi okkara um samráðingarrættin fyri Kringvarpið. Tað var longu gjørt í felags yvirlýsing frá Nordisk Journalistforbund 25. november 2024.

 

Føroysk Miðlafólk hava einki frætt aftur frá landsstýrinum, síðani stevningin varð fráboðað og síðani latin Føroya Rætti. 

Støtteerklæring fra Medieforbundet i Grønland, TP

Medieforbundet i Grønland, TP, udtrykker vores fulde støtte til Journalistforbundet på Færøerne, Føroysk Miðlafólk, i deres kamp for retten til at forhandle overenskomst på vegne af deres medlemmer.

Det er helt uacceptabelt, at journalister og mediefolk i Kringvarp Føroya nægtes forhandlingsretten – en grundlæggende faglig rettighed, som alle andre mediefolk i Rigsfællesskabet har haft i årevis.

Føroysk Miðlafólk står i dag som det eneste medieforbund i Rigsfællesskabet, der ikke anerkendes som forhandlingsberettiget. Det er ikke bare urimeligt – det er udemokratisk.

Her i Grønland har vi haft forhandlingsretten via Dansk Journalistforbund i mange år. Den er afgørende for pressefriheden, fagligheden og trygge arbejdsvilkår.

Vi står solidarisk med vores færøske kolleger – og opfordrer landsstyret på Færøerne til at anerkende Føroysk Miðlafólk som den faglige part, de er. Forhandlingsretten er ikke noget, man skal kæmpe for i 2025. Den skal respekteres.

Med venlig hilsen Arnaq Nielsen Formand for Medieforbundet i Grønland, TP +299 56 57 88 [Telefonnummer] E-mail: [email protected]

 

Mest lisið hesa vikuna

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

17. apríl kl. 09:15

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Í gjár kl. 16:55

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

From the river to the sea – jødar fáa ikki frið

16. apríl kl. 21:08

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Í gjár kl. 09:28

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

7 tímar síðan