Ein serlig sponsk stuðulsskipan hevur við sær, at grønlendsk reiðarí, sum hava bygt nógv skip í Spania seinnu árini, kunnu spara upp ímóti 500 milliónum krónum.
Tað er varliga metingin hjá blaðnum Sermitsiaq, sum hevur tosað við stjóran hjá Royal Arctic Line, Verner Hammeken.
Verner sigur við blaðið, at Royal Arctic Line hevur spart millum 10 og 15 prosent í kostnaði í mun til aðrar evropeiskar skipasmiðjur, nú reiðaríið hevur bygt tvey nýggj fraktskip í Spania.
Tað er ein serlig skattaleasing-skipan, sum ger, at grønlendsku reiðaríini fáa skipini fyri ein serligan prís.
Eini 12 nýggj skip eru og verða latin Royal Greenland, Polar Seafood og Royal Arctic Line næstu tíðina, og hava hini reiðaríini fingið skip undir somu treytum, sum Royal Arctic Line, er talan um ein samlaðan kostnað, sum er umleið eina hálva milliard krónur minni enn, um skipini ikki vóru umfatað av serligu sponsku avsláttarskipanini
Kelda: sermitsiaq.ag