Grønlendska krimibókin "Fryst prógv" er komin út í føroyskari týðing eftir Jákup Sørensen.
Sprotin, sum gevur bókina út, skrivar í umrøðu, at "Fryst prógv" gongur fyri seg í vanligum umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, og enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. Eingir psykopatiskir hópdrápsmenn, konubúkarar ella barnalokkarar mynda bókina.
– Men søgan byrjar við eini illgerð. Eitt samfelag við yvirstatt og fæloysingum, vanligum samtyktum normum í modernaðum samfelag undir liðini á einum upprunaligari hugburði. Spenningarnir eru eyðsýndir. Og nútíðar grønlendska samfelagið er væl lýst, skrivar forlagið.
Sika Haslund er júst flutt aftur til Grønlands saman við lítla soninum. Søgan fer í gongd við eini illgerð, men flytur seg spakuliga og hegnisliga fram ímóti einari loysn.
Sika finnur stevið aftur í Grønlandi, og alt lagar seg til vanliga gerandisdagin. Men so tekur ein virussjúka seg upp í Sissimiut. Fólk leggjast øgiliga sjuk. Júst um somu tíð skulu tey taka eina havn til ferðamannaskip í nýtslu. Fjáltur kemur á íleggjararnar. Grønlendingar eru ikki álvuligur, tí teir hava mist so nógv fólk av umfarssjúkum, sum fremmandafólk drógu við sær inn í landið, og ferðavinnan er sperd av støðuni, sum er íkomin.
Jákup Sørensen hevur flutt bókina í føroyskt mál. Hann er royndur týðari, sum hevur týtt umleið 30 bøkur til føroyskt.