Í ár eru 300 ár liðin síðani danskt-norski presturin, Hans Egede, kom til Grønlands. Hans Egede er kendur í Grønlandi sum maðurin, sum tók kristindómin við til Grønlands, men eisini hann, sum gjørdi Grønland til eina danska koloni.
Fyri 50 árum síðani var stórt hald, tá 250 ár vóru liðin. Tá var m.a. ein nýggj kirkja reist í Nuuk í hansara navni. Men seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um mannin og tí hevur býráðið í Sermersooq, sum er kommunan, har Nuuk liggur, avgjørt at taka tær 2,7 milliónir krónurnar, sum skuldu brúkast til hátíðarhaldið í ár, aftur.
Borgarstjórin í Sermersooq kommunu, Charlotte Ludvigsen, sigur við grønlendska miðilin Sermitsiaq, at tey fingu stóra mótstøðu frá fólki um at hátíðarhalda Hans Egede. Borgartjórin sigur, at meðan summi halda at hann er týdningarmikil, tí at hann var við til at grundleggja Nuuk, so halda onnur, at hann er ímyndin av kolonitíðini.
Herverk gjørt móti standmynd
Kjakið um Hans Egede tók dik á seg á grønlendska tjóðardegnum 21. juni í 2020, tá onkur stoytti reyða máling á standmynd av Hans Egede. Á standmyndina, sum stendur á einum fjallatoppi yvir Nuuk, stóð eisini skrivað “decolonize”.
Stutt eftir var líknandi herverk gjørt móti standmynd av Hans Egede, sum stendur í Keypmannahavn.
Hátíðarhalda menningina av býnum ístaðin
Borgarstjórin sigur, at avgerðin ikki at hátíðarhalda Hans Egede, bleiv tikin langt áðrenn herverkið á tjóðardegnum.
- Vit fara heldur at brúka peningin uppá at prýða býin og hava hátíðarhald í 2028, tá tað eru 300 ára síðani at Nuuk varð grundlagdur.