Grønland ynskir 13.000 skamtar skjótast gjørligt

Grønland hevur biðið um at fáa nóg mikið av skamtum til at koppseta øll yvir 18 ár í Norður- og Eysturgrønlandi. Tey vænta at fáa svar úr Danmark innan stutta tíð

Sigurjón Einarsson
12. mars 2021 kl. 11:00

Myndugleikarnir í Grønlandi ynskja at koppseta øll yvir 18 ár, ið búgva í Norður- og Eysturgrønlandi skjótast gjørligt, tí fólkini har eru meira útsett fyri koronufarsóttini.

Sum nú er, er eingin er koppsettur har enn.

Landslæknin í Grønland, Henrik L. Hansen, hevur spurt donsku myndugleikarnar um at fáa 13.000 skamtar skjótast gjørligt, so til ber at koppseta hendan partin av Grønlandi í einum.

Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq.

Grønland fær – eins og her í Føroyum – leypandi veiting av skamtum, men hesar eru bert nýttar úti í størri býunum í landinum inntil víðari, men veitingin av skamtum er seinkað, tí Danmark ikki fær nóg mikið av koppingarevni úr ES. Hvat fyri týdning hetta fær fyri ætlanina hjá grønlendingum er enn óvist.

Ynskja at brúka Moderna

Í ynskinum hjá grønlendingum er eisini eitt ynski at fáa koppingarevni av slagnum Moderna, tí hetta koppingarevni er lættari at fáast við og lættari at flyta.

Landslæknin í Grønlandi ynskir at koppseta øllum, ið ynskja at verða koppsett, við einari vitjan. Tí hesi økini eru ikki løtt at koma til, og tí fer tað at krevja nógva orku, um grønlendsku myndugleikarnir skulu vitja í Norður- og Eysturgrønlandi meira enn tvær ferðir í samband við koppseting.   

Henrik L. Hansen, Landslækni í Grønlandi, sigur, at hann væntar svar úr Danmark innan stutta tíð.

- Tað eru fleiri ting, sum skulu falla uppá pláss, áðrenn hendan ætlanin kann blíva til nakað. Men gongst sum ætlað, so verður byrjað at koppseta tvey tey fyrstu støðini í apríl mánaði, sigur hann.