Grønland verður við í HM endaspælinum

Hondbóltur: Grønlendska kvinnulandsliðið hevur í dag tryggjað sær pláss í HM endaspælinum, sum í november verður í Skandinavia

Mynd: Leiff Josefsen / Ritzau Scanpix
Jóannes Hansen
11. juni 2023 kl. 23:29

Tað hevur verið sannur hondbóltsfepur í Grønlandi seinastu vikuna, og í dag fór hondbóltsfagnaðurin heilt í topp.

Í dag tryggjaði Grøndland sær rættin at vera við í HM endaspælinum fyri kvinnur, sum í november verður í Danmark, Svøríki og Norra.

Kappingin um pláss í HM endaspælinum í Mið- og Norðuramerikanska bólkinum hevur seinastu vikuna verið í Nuuk. Grønland hevur vunnið allar dystirnar. Teir vóru ímóti USA, Meksiko og Kuba, og í dag var avgerandi dysturin ímóti Kanada. Høllin í Nuuk var stúgvandi full – 1200 áskoðarar – og við 17 – 15 sigri tryggjaði Grønland sær pláss í HM endaspælinum.

Grønland var eisini við í HM endaspælinum í 2001. Tá spældi Grønland tríggjar dystir í innleiðandi bólkaspælinum. Nú vóna grønlendingar, at tað fer at eydnast at vinna okkurt stigið:

-Vit vita ikki enn, hvørjum vit fara at spæla ímóti í endaspælinum, men tað hevði verið hugaligt, um tað eydnaðist okkum at røkka onkrum javnleiki ella sigri.

Tað sigur danski Anders Friis, sum er venjari hjá grønlendsku kvinnunum.

Nú fara hann og spælararnir og tey kring liðið undir fyrireikingarnar til endaspælið. Meðan flestu av hinum luttakarunum í endaspælinum eiga spælarar, ið fyrst og fremst eru hondbóltsspælarar og tískil ikki skulu hugsa um at sleppa frá øðrum arbeiðsuppgávum, meðan endaspælið verður, so er tað ikki soleiðis í Grønlandi:

-Tað fyrsta verður at finna útav, um tað fer at bera til hjá spælarunum at sleppa frá øðrum uppgávum, so teir kunnu vera við í endaspælinum. Tað vóni eg fer at eydnast, tí hetta er stórt fyri spælararnar, fyri grønlendskan hondbólt og fyri Grønland sum heild, sigur Anders Friis við danska TV2.