Grønland: Trupulleikar við flóðalduvenjing vegna illveður

Arktisk Kommando, løgreglan í Grønlandi umframt danski og amerikanski herurin hevur havt nokk at sæð til undir einari venjing, sum skuldi vera mánamorgunin. Venjingin, ið skuldi ímynda eitt ógvisligt skriðulop og síðani eina flóðaldu, varð nógv tarnað vegna illveður

Sigurjón Einarsson
9. november 2021 kl. 17:07

Ein stór felagsvenjing er í hesum døgum í og umkring Qoornoq, sum liggur í Nuuk-fjørðinum norðanfyri høvuðsstaðin. Tað er Arktisk Kommando, grønlendskan løgreglan umframt amerikonsk Hercules flogfør, ið luttaka í venjingini, sum hevur fingið heitið Arctic Light, og er í døgunum frá 1. til 12. november.

Men ein tílík venjing kann koma út fyri óvæntaðum hendingum, ið ikki ber til at vita nakað um frammanundan – ella kanska allíkavæl, tí mánadagin, tá ein hending við einum skriðulopi og eftirfylgjandi flóðaldu í Qoornoq skuldi venjast, stungu trupulleikar seg upp vegna illveður.

Varastjórin fyri Arktisk Kommando, Dan. B Termansen, ásannar yvirfyri P1 hjá DR, at illveður eigur ikki at vera nøkur forðing, tí hetta eru støður, ið kunnu stinga seg upp í veruleikanum.

Illveðrið hevði millum annað við sær, at tilfar, sum skuldi brúkast í venjingini, ikki kom vegin fram til Nuuk.

Venjingin hendan dagin skuldi annars ímynda, at ein flóðalda rakar eina bygd, har brúdleyp er á skránni, umframt at fleiri veiðumenn eru í økinum, sum mann ikki veit, hvar teir eru. Til venjingina skuldu fólk plaserast ymsastaðni á einum fjalli, sum skulu finnast, umframt dukkur í sjónum, ið skulu bjargast.

Meiningin við venjingini er at menna og venja tilbúgvingardeildina hjá Arktisk Kommando, so hon kann setast inn, tá óvanligar hendingar, sum eitt nú skriðulop og flóðalda, henda.