Grønland strikar allar koronuavmarkingar

Frá midnátt av at rokna verða koronuavmarkingarnar í Grønlandi strikaðar. Tað upplýsir, Naalakkersuisut, tann grønlendska stjórnin, á tíðindafundi í dag

Sigurjón Einarsson
9. februar 2022 kl. 17:45

Á midnátt verður ikki neyðugt at bera munnbind í Grønlandi. Á tíðindafundi fyri løtu síðan varð kunngjørdi grønlendska stjórnin, Naalakkersuisut, at allar koronuavmarkingar í Grønlandi nú verða strikaðar.

Tað skrivar grønlendski miðilin, KNR.

Landslæknin í Grønlandi metir, at koronufarsóttin hevur toppað í teimum stóru býunum. Harafturat verður eisini mett, at koronuavmarkingar ongan mun ger, tí smittan gongur leys í samfelagnum.

Í Eysturgrønlandi vórðu munnbindini pakkað niður fyri einari viku síðan, tá koronupassið bleiv vrakað í Grønlandi, men nú verður ikki neyðugt at bera munnbind í almenna rúminum.

Tó verður tað enn krav, at fólk bera munnbind á sjúkrahúsum og læknastovum, skrivar KNR á heimasíðu sínari.