Fótbóltslandsliðið hjá Grønlandi skal møguliga í framtíðini taka lut í norðuramerikanska HM-undanspælinum. Grønlendska fótbóltssambandið, KAK, hevur nevniliga sent eina umsókn um limaskap til fótbóltssambandið fyri norður- og miðamerika, Concacaf.
- Hetta er eitt stórt stig fyri grønlendskan fótbólt. Eg eri so errin. Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd seinastu fýra árini. Við hesari umsóknini tekur Grønland eitt søguligt stig á altjóða fótbóltspallinum.
Soleiðis skrivar danski venjarin hjá grønlendska landsliðnum, Morten Rutkjær, á Facebook.
Sambært bold.dk verður umsóknin hjá KAK stuðlað av danska fótbóltssambandinum, DBU. KAK hevur eisini gjørt avtalu við íslendska fótbóltssambandið, um at spæla dystir í Reykjavík, um tørvur verður á tí.