Grønland sleppur allari framtíðar leiting eftir olju

Grønlendska landsstýri, Naalakkersuisut, hevur avgjørt at sleppa allari leiting eftir olju kring Grønland í framtíðini. Nú skal varandi orka á dagsskránna

Sigurjón Einarsson
16. juli 2021 kl. 15:47

Stjórnin í Grønlandi hevur avgjørt, at Grønland ikki verður ein oljutjóð. Hetta hendir, eftir at nýggja stjórnin hevur tikið avgerð um, at hædd skal takast fyri veðurlagið, arktiska umhvørvið, men eisini fyri at verja høvuðsvinnuna í Grønlandi, fiskivinnuna.

Tað skriva DR og Ingeniøren.

Hendan avgerðin gleðir umhvørvisfelagsskapin Greenpeace, ið millum annað hevur verið virkið í stríðnum at steðga allari oljuboring í Arktis.

Avgerðin byggir, sambært Ingeniøren, eisini á eina størri greining, har tað – hóast útlitini fyri vaksandi oljuprísum – ikki hevur rakstrarverdan áhuga fyri Grønland í framtíðini.  

Tað verður mett, at tað er ein ókannaður møguleiki fyri, at tað eru 18 milliardir tunnur av olju í Vesturgrønlendsku undirgrundini.  

Til samanberingar kann nevnast, at Danmark millum árini 1972, tá boring eftir olju byrjaði, og 2015 hevur fingið 3,8 milliardir tunnur av olju og gass upp úr undirgrundini í Norðsjónum.

Nógvar royndarboringar hava verið út fyri Vesturgrønland, men enn uttan úrslit. Seinast var tað skotska Cairn Energy, ið brúkti næstan sjey milliardir krónur til royndarboringar.

Seinnu árini hevur áhugin fyri at bora eftir olju í Arktis verið minkandi. Hetta, tí millum annað oljuprísirnir hava verið fallandi undir altjóða fíggjarkreppuni, men eisini tí størri fokus er komið á veðurlagsavleiðingar og veðurlagskreppuna.