Grønland: Politiskur flokkur vil hava rúsdrekka úr matvøruhandlum

Kjak hevur tikið seg upp í Grønlandi, um at taka rúsdrekka úr matvøruhandlum. Politiskur flokkur arbeiðir við einum uppskoti at fáa rúsdrekka úr handlum og seta eina rúsdrekkasølu á stovn

Sigurjón Einarsson
8. september 2021 kl. 16:47

Meðan kjakið í Føroyum í seinastuni hevur verið um, at tað eisini skal verða møguligt at selja øl og vín í matvøruhandlum, so hevur kjakið í Grønlandi í seinastuni verið at taka rúsdrekka úr matvøruhandlunum, og seta á stovn rúsdrekkasølu - eins og vit kenna tað í Føroyum.

Síðani 1953 hevur tað verið møguligt at keypa rúsdrekka í matvøruhandlum í Grønlandi. Nú ynskir politiski flokkurin, Inuit Ataqatigiit (IA), at rúsdrekkasølan verður tálmað í landinum.

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Flokkurin IA arbeiðir nú við at leggja uppskot fyri grønlendska landsstýri í heyst, har øl, vín og rúsdrekka verður tikið av hillunum í matvøruhandlum og bert seld frá serligum sølustøðum.

Framsøgukvinnan fyri IA aftanfyri hesum uppskotinum, Charlotte Pike, heldur, at Grønland og Danmark í dag skilja seg negativt út í Norðurlondum - við at hava tær mest liberalu reglurnar fyri, tá tað kemur til at lýsa og selja rúsdrekka.

– Í restini av Norðurlondum hava tey serlig sølustøð fyri rúsdrekka, har tað heldur ikki verður lýst við rúsdrekka. Hetta, so børn og ung ikki byrja at drekka á ungum aldri, eins og tilfelli er hjá okkum, greiðir hon frá, sambært Sermitsiaq.