Í dag, eitt ár ár aftaná at danska stjórnin samtykti ein arktiskan kapasitetspakka, er avtalað gjørd millum Grønland og Danmark um, hvussu játtaða upphæddin til kapasitetspakkan ítøkiliga skal brúkast í Grønlandi. Samanlagt kostar kapasitetspakkin 1.5 milliardir, tá eru bæði Føroyar og Grønlandi íroknað. Tó skal meginparturin av upphæddini brúkast í Grønlandi. 390 milliónir krónur eru settar av til radaran á Sornfelli.
Grønland og Danmark, eru millum annað vorðin samd um at keypa lofteftirlitsdronur og at gera eina verjuútbúgving í Kangerlussuaq. Hetta hóast at fyrrverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg, segði, at Grønland hevði eina greiða ætlan um at taka av hervald. Pele Broberg segði Grønland ongan áhugað hava í donskum lofteftirlitsdronum, verjuútbúgvingum ella, at danski herurin var í Grønlandi. Haraftrat segði Pele Broberg avtaluna um arktiska kapasitetspakkan vera gjørda, uttan at grønlendskir politikarar vórðu spurdir.
Sjálvt um Pele Broberg ikki ynskti lofteftirlitsdronur og verjuútbúgving til Grønlands, so er júst hetta samtykt í dag. Danmark og Grønland hava samtykt at 750 milliónir krónur skulu brúkast til keyp av langtberandi lofteftirlitsdronum. Haraftrat eru 50 milliónir krónur settar av til eina verjuútbúgving í Kangerlussuaq. Áleið 20 nýggj starvspláss fara at koma av arktiska kapasitetspakkanum. Meginparturin av teimum vera í Nuuk og Kangerlussuaq
Føroyar eru eisini partur av tí artiska kapasitetspakkanum. Í mun til Grønland, so hava Føroyar bara eitt mál at hugsa um, nevnliga, radaramálið. Tó er ongin avtala gjørd við Danmark um, hvussu pengarnir til radaran á Sornfelli ítøkiliga skulu brúkast. Enn er óvist, hvat Føroyar fara at svara dønum í samband við radaramálið.