Rætturin í Sermersooq í Grønlandi hevur í gjár dømt ein mann seinast í 30’num fýra ára fongulsrevsing fyri at hava smuglað næstan 30 kilo av hashi til Grønlands.
Grønlendska kringvarpið sigur, at maðurin varð handtikin í mars mánaði, og hevur sitið varðhaldsfongslaður fram til í gjár, tá dómurin fall.
Sambært KNR hevði maðurin fingið sendandi ein platt av billutum úr Danmark til arbeiðsplássið hjá sær, men platturin varð tikin í tollinum, har tey varnaðust, at hann hevði falskan botn.
Tá løgreglan kom fram at plattinum, fann hon ikki færri enn 298 plátur av hashi, ið tilsamans vigaðu 29,06 kilo.
Maðurin varð síðani varðhaldsfongslaður.
Sambært løgregluni hava 30 kilo av hashi eitt marknaðarvirði á tveystavaða milliónaupphædd í Grønlandi.
Maðurin játtaði seg sekan í at hava smuglað hashið til Grønlands, men vildi ikki gera fleiri viðmerkingar.
Sambært KNR legði rætturin dent á stóru mongdirnar av hashi og leiklutin hjá manninum í skipaðum kriminaliteti, tá dómurin varð givin.
Maðurin tók við dóminum.