Grønland: Fleiri og fleiri útbúgva seg
Seinastu 10 árini er talið á teimum, sum halda áfram á skúlabonki eftir lokna fólkaskúlaútbúgving, vaksið nógv
Leif Láadal
6. august 2021 kl. 12:44
Fyri 10 árum síðani hevði triðihvør grønlendingum eina útbúgving hægri enn fólkaskúlaprógv. Seinastu tølini hjá grønlendsku hagstovunu vísa, at í 2020 var hetta tal komið upp á 42 prosent.
Tíðindablaðið Sermitsiaq skrivar á heimasíðu síni, at kvinnurnar ganga á odda. Í 2020 høvdu 45,3 prosent av kvinnunum í Grønlandi eina miðnáms- ella víðarigangandi útbúgving. Talið fyri mennirnar var 39,5 prosent.
Kelda: Sermitsiaq.ag