Grønland ætlar at revsa Russland

Í gjár legði landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, eitt lógaruppskot fram fyri grønlendska tingið, sum skal gera tað møguligt hjá grønlendska landsstýrinum at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi. Uppskotið varð samtykt

Landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede. (Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
20. mai 2022 kl. 07:50

Í gjár legði landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, eitt lógaruppskot fram fyri grønlendska tingið, sum skal gera tað møguligt hjá grønlendska landsstýrinum at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi. Uppskotið bleiv samtykt.

Lógaruppskotið kemur í fylgi av russisku innrásini í Ukraina tann 24. februar fyrr í ár. EU hevur sett fleiri sokallaðar “revsipakkar” í verk ímóti Russlandi síðan innrásina í februar.

Danmark er limur av ES, tískil galda revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk ímóti Russland, eisini fyri Danmark. Men eins og Føroyar, so er Grønland ikki partur av ES, av tí sama eru revsitiltøkini hjá ES mótvegis Russlandi, ikki galdandi fyri Grønlandi.

Í lógaruppskotinum stendur, at grønlendska tingið kann viðtaka øll revsitiltøk, sum frammanundan eru sett í verk av ES, øðrum londum og altjóða felagsskapum, á teimum málsøkjum, sum Grønland hevur yvirtikið. Sostatt fer grønlendska tingið ikki beinleiðis at hava møguleikan seta egin tiltøk í verk, men einans at hava møguleikan at seta tey somu revsitiltøkini, ið ES, onnur lond og altjóða felagsskapir, frammanundan hava sett í verk, men bert á teimum málsøkjum, sum Grønland hevur yvirtikið.

Samtykta lógaruppskotið hevur við sær, at revsitiltøk, sum Grønland nú kann seta í gildi, fer at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Grønland, tí revsitiltøkini kunnu forða samhandil við russar.

Útflutningur av fiski og skeljadjórum til Russland er áleið 14 prosent av samlaða útflutninginum hjá Grønlandi.

Listin av revsitiltøkum hjá ES mótvegis Russlandi er langur. Higartil eru fimm revsipakkar setir í verk. Nú er tað upp til grønlendska landsstýrið, hvørji revsitiltøk tey ynskja at seta í verk móti Russlandi.