Tann 24. oktober 2003 lendi Concordurin fyri seinastu ferð. Í 27 ár var tað bretsk-franska flogfarið tað einasta yvirljóðsflogfarið í rutuflúgving, men til endans gjørdist tað ov dýrt at reka virksemi við hesum flogfarinum, og tí mátti Concordurin fara á pensjón.
Síðani hava fleiri flogframleiðarar havt ætlanir um at royna seg við yvirljóðsflogførum, og nú er flogframleiðarafelagið Boom Supersonic komið væl áleiðis við at fáa sítt egna yvirljóðsflogfar, Overture, á flog.
Eitt av heimsins størstu flogfeløgum, United Airlines, hevur júst bílagt 15 yvirljóðsflogfør frá Boom Supersonic, og samstundis eru feløgini gjørt avtalu at fara saman og menna nýggja flogfarið og serliga brennievnið, ið tað skal brúka.
Concordurin varð bygt í 1960-unum, men við nýggja Overture skulu verkfrøðingarnir byrja heilt av nýggjum.
At síggja til fer Overture at líkjast gamla Concordinum, men nýggi skrokkurin verður bygdur av nýmótans og løttum samansetingartilfari.
Talan verður eisini um motorar, ið larma minni, sum fara at skumpa 80 tons tunga flogfarið avstað við 2.000 kilometrum um tíman.
Tað skal nógv orka til at eitt so skjótt flogfar, men tað er júst brennievni, ið Boom Supersonic hevur serligt fokus á við nýggja flogfarinum. Nýtslan fer niður við at menna aerodynamikkin betur, og brennievnið, ið skal brúkast, verður tað sonevnda SAF, sustainable aviation fuel.
SAF er eitt burðardygt flogbrennievni, sum verður framleitt av burturkasti frá landbúnaðinum í staðin fyri ráolju. Tað skal eftir ætlan gera flogfarið CO2-neutralt.
Overture fer væntandi á flog í 2025 og verður sett í vanliga rutuflúgving í 2030.