Grøna orkuframleiðslan veksur

Orkuframleiðslan hjá SEV heldur spakuliga á at vaksa

Bryndis Hjartardóttir
15. juni 2020 kl. 09:10

Elframleiðslan hja SEV heldur á at vaksa og higartil í ár hevur grøna orkuframleiðslan ligið á 42 prosentum. Tó er ferðin á vøkstrinum ikki eins høg, sum hon hevur verið seinastu árini. Tað boðar stovnurin frá á heimasíðu síni.

Grøna orkuframleiðslan er býtt á vind-, vatn- og sólorku. Higartil í ár hevur vatnorkan staðið fyri 27 prosentum, vindorkan fyri 15 prosentum og sólorkan fyri 0,03 prosentum. Fyri vindorku er tað ein afturgongd á sløk 14 prosent ella 3GWt, meðan vatnorkan hevði eina framgongd á 14 prosent. Elframleiðslan úr olju hevði ein vøkstur á 5 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør, framleiðslan var 96,7 GWt í mun til 92,1 GWt.

Orsøkin til afturgongdina í vindorku er millum annað ein generatorfeilur á trimum myllum og niðurregulering í samband við royndarkoyrin av støð 3 á Sundi.

Gongdin í framleiðsluni av sólorku roynist væl og gongur støðugt framá sum dagarnir leingjast. Mesta framleiðslan í tíðarskeiðnum var 31. mai, tá elorkuframleiðslan úr sólorku var 1,633 MWt. Samlaða framleiðslan í mai var 30,9 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 73 húskjum. Sólorkulundin hevur higartil í ár framleitt 54,3 MWt.  

Eisini mai mánaður hevur verið betur enn í fjør í grønari orku. Tá var vatnorkan 21 prosent hægri samanborið við mai 2019, meðan vindorkan var góð 33 prosent hægri. Úr termiskari orku var framleiðslan smá 2 prosent  hægri í mai í ár.

Samlaða elframleiðslan í mai øktist við 6,4 prosentum. Tað er ein lægri vøkstur, enn seinastu tvey árini, tá vøksturin í elframleiðsluni hevur ligið um 10 prosent.