GroAqua Ársins Virki 2024

Á ársins Vinnudegi, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í dag, varð GroAqua kosið sum Ársins Virki 2024.

Jonhard Hammer
20. september 2024 kl. 17:54

Føroysk veitaravinna hevur gott orð á sær. Bæði her heima – men sanniliga eisini úti í heimi. Sjógvurin og havið hevur ofta verið grundarlagið undir vøkstrinum.

Men hví er okkara umdømi so gott?

Tað er tí, at føroyingar eru dugnaligir at loysa tær uppgávur, teimum verður latið upp í hendur. Hugburðurin er eisini tann rætti. Vit vilja. Stinga trupulleikar ella avbjóðingar seg upp – so er hugburðurin, at vit skulu royna at loysa tað herheima. Er tørvur á at avgreiða eina uppgávu her og nú, so ber ikki til at seta seg aftur á at bíða eftir serútgerð ella servitan, sum einans finnast í øðrum pørtum av heiminum. Í Føroyum mugu vit kýta okkum fyri at loysa átrokandi avbjóðingar. Og hetta sæst aftur. Nógvar føroyskar fyritøkur hava vitan og førleikar á nógvum ymiskum økjum – ofta eisini langt uttan fyri kjarnuvirksemið hjá fyritøkuni.

Ein styrki hjá føroyskum fyritøkum er, at tær eru fleksiblar og smidligar. At vera fleksibul og smidlig hevur altíð verið avgerandi í einum lítlum samfelagi, har starvsfólkini ofta mugu hava ymiskar førleikar og vera før fyri at taka sær av ymiskum uppgávum. Av somu orsøk eru nógvar fyritøkur í Føroyum vaksnar og mentar til at loysa alskyns aðrar uppgávur, enn tær upprunaliga høvdu. Uppgávur, sum als ikki vóru upprunaliga kjanuvirksemið hjá fyritøkuni.

Men soleiðis er ikki hjá Ársins Virki 2024. Og tó. Fyritøkan byrjaði sítt virksemi fyri góðari hálvari øld síðani, og bjóðaði seg fram at loysa ymiskar uppgávur. Í mong ár var felagið ein siðbundin lokalfyritøka, sum við árunum mentist til eina føroyska multi fyritøku, sum við sera breiðari og fjølbroyttari vitan bjóðaði seg fram at loysa fjølbroyttar uppgávur.

Men so hendi nakað. Nú skuldi vøksturin tryggjast við einari nýggjari kós. Heldur enn at vaksa um sín serkunnleika á nógvum økjum, valdi fyritøkan í 2018 at seta eina nýggja og meira fokuseraða kós. Og skuldi virksemi vaksa, so skuldi tað einans gerast innan fyri nýggja fokusøkið. Sostatt fór fyritøkan frá at at veita alla hugsandi tænastur innan serliga elektronikk, til veruliga at hugsavna seg um eitt kjarnuøki, nevniliga at veita, menna og framleiða tøkniliga útgerð og loysnir til alivinnuna.

Hóast fyrsta tíðin var avbjóðandi, eftir at felagið flutti seg frá siðbundnu uppgávunum, sum í høvuðsheitum vóru el-uppgávur, til einans at hugsavna seg um tøkniligu uppgávurnar innan alivinnuna, ber til at staðfesta, at nýggja kósin var røtt, og nýggja fokusið gott.

Úrslitini eru vorðin støðugt betri seinastu seks árini, og hóast fyritøkan framvegis er væl gróðursett í nærumhvørvinum, og hóast føroysku kundarnir framvegis eru av stórum týdningi, er ongin ivi um, at fyritøkan hevur ment seg nógv, og er vaksin langt út um føroysku landoddarnir. Fyritøkan hevur í dag deildir og dótturfeløg í Danmark, Norra, Skotlandi og Póllandi. Í dag arbeiða áleið 100 fólk í fyritøkuni, harav næstan helvtin í Føroyum.

Eisini kundarnir uttanlands hava tikið tøknina frá felagnum til sín. Sølan til útlendskar kundar er vaksin støðugt seinastu árini, og í 2023 vóru heili 76 % av søluni uttanfyri Føroyar.

Ársins virki 2024 er eisini tilvitað um sína ávirkan á umhvørvið. Felagið var partur av felags átakinum Burðardygt Vinnulív, og hevur sett greið mál fyri at minka útlátið og økt fokus er á burðardygga menning. Hartil hevur felagið serliga lagt seg eftir at loysnirnar, ið felagið veitir sínum kundum eru burðardyggar og á tann hátt eisini stuðlar vinnuni at røkka burðardyggum málum.

Í dag veitir fyritøkan hátøkniligar vørur til alivinnuna, ið serliga eru framleiddar til harðbalin viðurskifti, eitt nú fóðurflakar, fóðurskipanir, KT skipanir, undirvatns kamera, undirvatns ljós, sensorar og kaðlar.

Dómsnevndin hevur í grundgevingini fyri at velja júst hesa fyritøkuna til Ársins Virki 2024 lagt dent á stóra framfýsni og dugnasemi, sum fyritøkan hevur víst í verki saman við einum vilja til vøkstur bæði heima í Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Harumframt hevur dómsnevndin eisini lagt dent á, at fyritøkan seinastu árini hevur havt støðug fíggjarlig úrslit, sum í høvuðsheitum eru vorðin betri ár fyri ár.

Við støði í hesum hevur ein samd dómsnevnd valt GroAqua sum Ársins Virki 2024.