Tær báðar grindirnar, sum vórðu merktar í septembur, hava ferðast rættiliga víða.
Havstovan merkti eina grind í Fuglafjørði tann 3. septembur og eina grind í Klaksvík 16. seprembur.
Havstovan sigur, at grindin, sum varð merkt í Fuglafjørði, hevur nú verið ein túr á Føroyabanka.
Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri eini viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið, haðani hon var komin. Men síðan vendi hon aftur móti Føroyum. Komin norður á Bankaryggin, dvaldi hon tveir dagar, áðrenn hon fór inn á Føroyabanka.
Hon steðgaði kortini stutt á Bankanum, og er síðan farin suðureftir, tvørtur um Rosemarybankan, og suður móti Rockall.
Grindin, ið var merkt á Klaksvík hevur ferðast støðugt suðureftir, fyrst í ein útsynning, men seinastu dagarnar í ein sunnan. Hon er farin fram við Edorasbankanum, ið er sunnan fyri Hattonbanka, og er nú í einum øki, ið kallast Eriadorryggurin.
Teinurin, hon hevur ferðast, er góðar 800 fjórðingar.
Blá og grøn strika eru hvalirnir, sum vórðu merktir á Fuglafirði. Reyð og ljósareyð strika eru hvalirnir, ið vórðu merktir á Klaksvík.