Grindaboð rakt av verkfalli

Boðað varð frá grind, men teir lótu hana fara

Áki Bertholdsen
30. mai 2024 kl. 07:44

Fyrrapartin í gjár varð boðað frá grind í Djúpunum. Løgreglan sigur, at tann, sum boðaði frá var kortini ikki heilt vísur í um talan var um grindahvalir ella um mastrarhvalir.

Undir øllum umstøðum var talan um eina lítla grind. Men grindaformenn og sýslumaðurin gjørdu av, at teir skuldu ikki gera nakað við tað.

Hvalirnir vóru rættiliga norðaliga, so tað var langt at sigla. og nú verkfall er, manglar bæði bensin og diesel. Tí ivaðust teir í um teir fingu nakran bát at sigla so langt nú tað manglar bæði bensin og diesel.

Sostatt gjørdu teir av ikki at gera meiri við tað, men at lata hvalirnar fara.