Í gjár varð rópt grindaboð í Eysturoynni, men tað gjørdust ein heldur øðrvísi grindaferð enn vanligt.
Tað var beint fyri døgurða í gjár, at fólk á landi boðaðu frá grind í Djúpunum ímillum Elduvík og Oyndafjørð. Tey dugdu ikki at meta um støddina, men talan var ikki um stóra grind. Men sýslumaðurin tók ta støðu í samráð við grindaformenn, at tey skuldu lata grindina fara, tí allastaðni har um leiðir eru kaggarnir og boksirnar fullar.
Nakað seinni varð eisini boðað frá grind við Leirvík, men hildið verður, at talan er um somu grind og tá varð hon mett at vera 40-50 hvalir.
Og upp aftur seinni varð boðað frá grind uttan fyri Fuglafjørð. Tá fekk Havstovan høvi til at fáa nakrar hvalir at merkja. Løgreglan sigur, at sostatt vórðu nakrir hvalir riknir inn á Fuglafjørð, har teir vórðu merktir og síðani riknir úr aftur.
Endamálið við merkingunum er at fáa so nógva at vita sum gjørligt um ferðingarleiðir og útbreiðsluøkið hjá grindahvali, sum tilber.
Løgreglan sigur, at sum altíð tá ið grind er, vóru nógvir útlendingar til reiðar við myndatólinum. Men tey sóu skjótt, at hesa ferð var tað ikki sum tað plagdi tá ið føroyingar eru í grind.
Løgreglan sigur, at tey fingu so eina forkláring upp á, at fleiri grindir verða ikki hildnar til tí nú hava fólk nokk av grind, men at hvalirnir vórðu merktir til vísindalig endamál.
Løgreglan sigur, at tað tóku tey væl ímóti.