Grímur hevur tikið sæti á tingi

Hann er fyrsta varafólk hjá fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin
2. oktober 2024 kl. 15:30

Júst fyri løtu síðani, tók Grímur Sundstein sæti á tingi. Hetta er aðru ferð, at hann roynir seg í Løgtinginum - og aðru ferð, hann er við til viðgerðina av fíggjarlógini.

Grímur fekk møguleikan at taka sæti, nú Bárður á Lakjuni er í stuttum farloyvi.

Grímur er 30 ára gamal og stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingið í 2022. Hann fekk 290 atkvøður, sum gav honum plássið sum 1. varafólk fyri Fólkaflokkin.

Vit ynskja Grími Sundstein góðan arbeiðshug - og vælkomnan aftur í tingið.