Týsdagin í síðstu viku doyði Konstantin II, ið var seinasti kongur í Grikkalandi, 82 ára gamal. Hann fer til gravar í dag.
Til jarðarferðina koma kongalig úr øllum Evropa. Millum annað luttekur Margretha drotning, ið er systir Anna Mariu, einkja eftir Konstantin. Úr Noregi luttaka Håkon, krúnprinsur, og kona hansara Mette-Marit, og úr Bretlandi luttekur Anna, dóttir drotning Elizabeth.
Eisini eru umboð frá svensku kongafamiljuni, niðurlendsku kongafamiljuni og frá fyrstadøminum í Monaco.
Grikska stjórnin hevur gjørt av, at staturin fer ikki at gjalda fyri jarðarferðina hjá fyrrverandi konginum í Grikkalandi, sum í 1967 varð koyrdur frá, eftir at eitt hernaðarkvett fór fram. Árini fram til 1974 bleiv landið stýrt av hernaðarjunta, sum avtók kongsveldið í 1974.
Konstantin II og familjan búðu í útlegd í London næstan øll árini, inntil fyri tíggju árum síðan, tá kongafamiljan fekk loyvi at venda aftur til heimlandið.