Vónirnar vóru góðar, tá ið kvinnulandsliðið fyrireikaði seg at spæla EM undankappingardyst á heimavølli ímóti Grikkalandi.
Vónirnar vóru góðar, tí tað á útivølli ímóti Grikkalandi endaði við teprum tapi. Ta ferðina skoraði Grikkaland 1-0 sigursmálið við brotssparki, sum føroyska legan ikki var nøgd við.
Og vónirnar vóru eisini góðar, tí tað fríggjakvøldið endaði við 4-0 heimasigri ímóti Andorra. Tann sigurin bar fagnað og sjálvsálit við sær.
Í kvøld gekk tað ikki. Føroyar taptu 2-0 eftir at Grikkaland í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0.
Tað eydnaðist ongantíð føroysku kvinnunum av álvara at fáa fatur á spælinum. Mótstøðuliðið var kropsliga stinnari, griksku spælararnir vóru skjótari, og tær vóru betri á bóltinum.
Mótbrekkan varð tung, tá ið Grikkaland í 13. minutti legði seg á odda við máli, sum sæð við føroyskum eygum var óheppið. Eftir horna sigldi bólturin beinleiðis í føroyska málið.
Sum ímóti Andorra so royndi føroyska liðið seg við trimum spælarum frammi á vøllinum. Tað gekk illa at fáa skipað álopsspæl í lag, og eftir steðgin var liðið flutt eitt sindur longur aftur og við vón um, at tað fór at eydnast við umstillingum.
Men tað var heldur Grikkaland, sum var vandamikið. Eitt nú tá ið tolið spæl í føroysku verjuni bar mistøk við sær.
Tólv minuttir undan leikloki varð 2-0 sigurin staðfestur, tá ið bólturin varð lagdur inn um føroysku verjuna, og Sofia Kongouli varð einsamøll við Eyðgerð Mikkelsen, sum í kvøld vardi føroyska málið.