Greta Thunberg revsar týsku flokkarnar undan valinum

Eingir politiskir flokkar eru í nánd av at gera nóg mikið fyri veðurlagið, sigur Greta Thunberg

Anna Joensen-Næs
25. september 2021 kl. 19:21

Tveir dagar áðrenn valið í Týsklandið gjørdist veðurlagið fyrsta raðfestingin, tá ið hundratals av mótmælisfólkum flokkaðu týsku gøturnar og kravdu, at politikararnir gjørdu meiri, fyri at steðga ringu menningini, tá ið tosað verður um veðurlagsbroytingar.

- Tað er týðiligari enn nakrantíð, at eingin av teimum politisku flokkunum eru í nánd av at gera nóg mikið. Enn eru uppskotini, ið áður hava verið tosað um og løgd fram á tingi, ikki tikin í álvara, sigur Greta Thunberg.

Svenska veðurlagsatgerðarfólkið luttók fríggjadagin í mótmælisgongdini, ið var í Berlin. Hon mælir týskarum til, at fáa politikararnir at halda teirra lyftir - eisini aftaná valið, ið verður sunnudagin.

- Ja, vit skulu atkvøða. Tit skulu atkvøða, men minnist til at einsamøll, er ein atkvøða ikki nóg mikið. Vit skulu halda áfram við at mótmæla á gøtuni, sigur Thunberg sambært tíðindastovuni AFP News Agency.

Veðurlagið er blivið eitt av størstu raðfestingunum. Serliga aftaná stóru vatnflóðuna, ið gjørdi stóran skaða á fleiri pørtum av Týsklandi í summar.

Sambært samskiparunum av veðurlagsmótmælisgongdunum í Týsklandi, ið vanliga eru fríggjadagar, vóru tær hesuferð at síggja í 470 býum. Tey meta, at áleið 600.000 fólk luttóku.

Í løtuni, ið er tveir dagar áðrenn týska valið, verður væntað, at tað verður Olaf Scholz frá sosialdemokratiska SPD, ið tekur yvir starvið hjá Angela Merkel sum samveldiskanslari.

Scholz røkkir nú út til veðurlagsatgerðarfólkini á Twitter.

- Veðurlagspolitikkur er eitt at týdningarmestu evnunum, ið vit fara at avgerða á valinum, skrivar hann.

Ein veljarakanning, ið var alment kunngjørd fríggjadagin í blaðnum Frankfurter Allgemeini Zeitung vísur, at SPD í løtuni bert er 1 prosent frammanfyri konservativa CDU/CSU, ið hevur 26 prosent av undurtøkuni frá týsku borgarunum.