Greta Svabo Bech klár við nýggjum staklagi

Poison er triðja staklagið, sum songkvinnan hevur givið út í egnum navni í ár

Helena Kannuberg
30. mai 2021 kl. 14:39

Fyri nøkrum árum síðan kendu vit hana ikki. Nú er hon ein av okkara fremstu sangarum. Ein, sum vit eru stolt av og vilja vísa fram. Ein, sum er strokin avstað við fleiri FMA heiðurslønum. Tann einasti føroyingurin, sum hevur verið tilnevndur til eina Grammy.

Talan er sjálvandi um Gretu Svabo Bech úr Miðvági, sum seinastu árini fyri tað mesta  hevur samstavað við stór útlendsk listarfólk. Hon hevur tó eisini arbeitt við at menna sínar egnu sangir sum solistur, og loksins hevur hon tikið stigið og gevur aftur tónleik út í egnum navni.

Stakløgini Breathe og Dominos komu út fyrr í ár, og nú gevur Greta Svabo Bech triðja staklagið út, ið hevur fingið heitið Poison. Talan er um ein melankolskan og minimalistiskan poppsang. Um staklagið sigur Greta Svabo Bech soleiðis:

-Poison er ein tilviskudreymur, ein flótandi poesi. Eg vildi skriva nakað, sum kom djúpt innan úr kroppinum, nakað instinktivt. Tað er stutt ímillum heilivág og eitur – ov nógv av tí góða kann vera vandamikið. Tað løgna er, at tað kendist lekjandi at skriva Poison.

Til ber at stroyma sangin á øllum stoymingartænastum. Harumframt hevur Greta Svabo Bech á Youtube rás síni deilt eina live videoframførslu av sanginum, sum er filmað saman við FMX í sambandi við enska showcase festivalin ”The Great Escpae”.