Í dag var stórsteypadysturin hjá kvinnum. Hann var millum KÍ og NSÍ. Í fjør vunnu KÍ kvinnurnar bæði FM og steypafinaluna, og NSÍ var næstbest í landskappingini.
Úrslitið var 2-0 til KÍ, sum í steðginum var frammanfyri 1-0. Uppleggið til bæði málini átti Rebekka Benhakoura úr høgru. Hetta var fyrsti almenni dysturin hjá henni, síðani hon flutti úr HB og til KÍ.
Málið í fyrra hálvleiki skoraði Malena Olsen, tá ið eitt lítið korter var farið. Hon var púra leys mitt fyri málinum og stýrdi úr stuttari fjarstøðu bóltin í netið. Málið í seinna hálvleiki skoraði miðvallarin Eyðvør Klakstein, tá ið ein stórur tími var farin. Hon var frammanfyri verjuspælara, tá ið hon við høvdinum setti bóltin í málið.
Hóast málmunurin bara var 2-0, so siga tølini, at KÍ kvinnurnar vóru omaná í royndum ímóti málinum, og KÍ var meiri í álopi enn NSÍ. Men munurin var ikki størri enn so, enn at tað væl kann vera, at NSÍ fer at bjóða greipuvinnarunum frá í fjør av í landskappingini.