Fyri áleið einum árið síðan var Mason Greenwood metur at vera millum fremstu ungu leikararnar í Onglandi. Í gjár var hann varðhaldsfongslaður fram til tann 21. novembur.
Manchster United stjørnuskotið skal sita í varðhaldi í eitt sindur meir enn ein mánað, tí dómarin avgjørdi at ikki geva honum møguleikan fyri kautión. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
21 ára gamli Mason Greenwood var handtikin í januar í ár eftir at myndir, sjónbandabrot og ljóðbrot frá unnustuni endaðu á sosialu miðlunum. Hann var tá handtikin fyri somu ákærur sum nú, men var tá leyslatin móti veðhaldi.
Hann er ákærdur fyri neyðtøkuroynd, harðskap og kontrollerandi- og tvingandi atferð. Í øllum trimum førunum snýr tað seg um sama órættaða.
Sambært Sky Sport skal neyðtøkuroyndin hava verið í oktobur 2021, harðskapurin skal vera framdur í desembur 2021, meðan tann kontrollerandi- og tvingandi atferðin skal vera farin fram frá novembur 2018 fram til oktobur í ár.
Mason Greenwood er enn undir sáttmála hjá Manchester United, men hevur fingið forboð at luttaka í venjingum ella spæla dyst fyri felagið.
Mason Greenwood náddi at spæla 83 Premier League-dystir fyri Manchester United og ein dyst fyri enska A-landsliðið, áðrenn hann var handtikin í januar.