FIFA 21, Fortnite, Assassins Creed og Call of Duty. Hetta eru nøkur av teimum best umtóktu spølunum, sum tú fært til PlayStation 5. Men tað eru fá í Føroyum, sum hava møguleika at spæla hesi spøl á PlayStation 5. Orsøkin er, at tað er nærum ógjørligt at fáa fatur á vælumtóktu spælistøðini.
Bjóða okursprís á netinum
Eftirspurningurin sæst aftur á netinum. Á einum av mongu sølutorgunum á netinum verður bjóðað uppá ein PlayStation 5. Seljarin upplýsir at nýprísur var 4500 kr. Fleiri hava bjóðað og í løtuni er hægsta boð 6000 kr.
Herman Winther, leiðari í Elding í Tórshavn, greðir frá, at frá at í Føroyum liggur nýrprísurin um 4000-5000 kr., alt eftir hvørja versión av PlayStation 5 talan er um. Men at prísuppskotið á netinum nú er komið uppá á 6000 kr., er lítið av mongum, samanbera vit við hvat spælistøðirnar verða seldar fyri í Danmark.
Herman Winther fortelur, at fyri jól vóru hesar spælistøðirnar seldar fyri millum 10.000 og 12.000 kr. á donskum sølutorgum á netinum.
Størri eftirspurningur enn Sony væntaði
Tað er elektronrisin Sony, sum framleiðir PlayStation røðina og alt bendir á, at felagið ikki hevur væntað so stóran eftirspurning. Orsøkin til mangulin er tí, at Sony ikki hevur framleitt nóg nógvar endir av vælumtóktu spælistøðini.
Herman Winther metir, at korona møguliga er ein onnur orsøk til stóra eftirspurningin. Ikki tí at korona hevur ávirka framleiðsluna ella transport. Heldur er tað tí at fólk hava nógv meiri frítíð nú, enn tey hava havt fyrr. Av tí sama er eftirspurningurin øktur.
250 eindir til Danmarkar ávirkar Føroyar
Herman Winther greiðir frá, at Sony letur eitt ávíst tal av eindum til hvørja región teir senda til. Ovurhonds stóri eftirspurningurin hevur gjørt, at Danmark fær eina lutvíst lítla sending av PlayStation 5.
- Vit hava bæði danskar og enskar veitarar. Men tá Sony í november/desember einans sendi 250 eindir til Danmarkar, so ávirkaði tað eisini okkum.
Lítla sendingin til Danmarkar merkir, at Elding einans sera fáar eindir. Uttan at minnast heilt við vissu, so metir Herman, at Elding einans hevur fingið eina sending við trimum eindum.
Er bjartskygdur nú jólini eru farin afturum
Herman Winther er tó bjartskygdur. Hann væntar at eftirspurningurin minkar nakað nú jólini eru farin afturum. Hetta saman við at eftirspurningurin spakuliga verður mettaður kring heimin, ger at Herman Winther vónar, at føroyingar skjótt sleppa at spæla FIFA, Fortnite, Call of Duty og øll hini vælumtóktu spølini á PlayStation 5.