Fyrr í summar søkti Landsstýrið eftir nýggjum stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins eftir at stjórin, Rógvi A. Fossádal, segði seg frá eftir at hava verið stjóri í 13 ár.
Umsóknarfreistin var úti tann 1. august, tað var hósdagin og tað má ásannast, at tað er stórur áhugi fyri at standa á odda fyru Rúsuni.
Í Løgmálaráðnum verður upplýst, at tey hava fingið heilar 31 umsóknir til stjórastarvið.
Nú verður so ein setanarbólkur settur sum skal gjøgnumganga umsóknirnar. Teir best skikkaðu umsøkjararnir verða so boðsendir til samrøðu og so verður starvið sett.
Tey vita ikki heilt greitt, nær starvið verður sett, men tað verður sett so skjótt, sum tilber - men tað verður ein løta at gjøgnumganga alt tað umfatandi tilfarið, sum er at taka støðu til.
Rúsan hevur átta deildir kring landið, í Trongisvági, á Sandi, í Vestmanna, í Saltangará, við Norðskála, í Miðvági, í Klaksvík og í Havn.
Løgmálaráðið sigur, at nýggi stjórin fær ábyrgdina av at leiða, reka og menna stovnin í samstarvi við starvsfólk stovnsins. Og í umsóknini verður dentur eisini lagdur á, at stjórin skal duga væl at samstarva við starvsfólkini og at hann stuðlar teimum í at gera sítt besta.
Nýggi stjórin skal eisini hava eina viðkomandi, hægri útbúgving, uttan at tað verður útgreinað, hvat tey hugsa um, og stjórin skal eisiin hava viðkomandi leiðsluroyndir.