Grasið í Parkini er ov vánaligt

Grasvøllurin á Parkini fær harðan kritikk undan landsliðsdystinum millum Danmark og Føroyar. - Vøllurin er ikki nóg góður, sigur stjórin í danska fótbóltssambandinum.

Steinar Patursson
2. november 2021 kl. 11:54

Fótbóltsvøllurin á Parkini í Keypmannahavn fær hvassan kritikk frá Peter Møller, fótbóltsstjóra í danska fótbóltssambandinum, DBU, nú danska landsliðið tekur móti Føroyum í næstu viku.

- Hann er sjálvandi ikki góður. Tað er ikki torført at síggja. Tað er ein stórur trupulleiki, at vøllurin ikki er betri, og hann leggur ikki upp til tann fótbólt, sum vit gjarna vilja síggja, sigur Peter Møller við BT.

Danmark hevur longu spælt seg víðari úr undankappingarbólkinum, og tí er tað ikki alneyðugt fyri Danmark at vinna á Føroyum í dystinum 12. november.

Og poknuti vøllurin er til fyrimuns fyri føroyingar, heldur Møller, sum eisini vísir á, at tað er ikki bara Parkin, ið hevur trupulleikar við vánaligum grasi.

- Yvirskipað er tað ein stórur trupulleiki í Danmark, at vallirnir ikki eru betri, enn teir eru. Á hasum økinum eru vit eitt menningarland í mun til onnur lond. Tíbetur hava fleiri feløg fingið betri umstøður við hybridvallum, sigur Peter Møller.

Danmark spælir móti Føroyum í Parkini 12. november, og tríggjar dagar seinni móti Skotlandi í Skotlandi. Føroyar spæla tá móti Ísrael í Ísrael.