Ongi úrslit

Gransking: Vitamin D jaliga ávirkan á krabbamein

Kanningin, sum Aalborg Universitet hevur gjørt við útlendskar yrkisfelagar, bendir á, at hægri innihald av Vitamin D í kroppinum minkar um vandan at menna krabbamein.

Rúni Korsgaard
26. apríl 2024 kl. 15:55

Soleiðis boða Videnskab.dk og Ritzau frá.

Ánilsi hevur í longri tíð verið um, at Vitamin D minkar um vandan fyri at menna krabbamein, sum fleiri aðrar granskingar hava víst á.

Hetta er so enn eitt stig nærri at staðfesta, at Vitamin D hevur jaliga ávirkan á vandan fyri at menna krabba. Nýggjasta granskingin vísir á, at ávirkanin frá Vitamin D fer ígjøgnum mikrofloraina í tarminum og samansetingina av bakterium, ið ávirkar vandan fyri krabba.

Kanningin er lutvíst grundað á royndir á mýs. Royndirnar vístu, at mýs, ið fáa kost, ið er ríkur í Vitamin D, eru meira mótstøðuførar ímóti ymsum sløgum av illvøkstri.

Granskararnir handan frágreiðingina hava samanborðið úrslitini frá músarroyndunum við heilsuupplýsingar frá 1,5 milliónum dønum.

Samandráttur av kanningini á enskum máli er tøkur her: https://www.science.org/doi/10.1126/science.adh7954

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41