Koronukoppingarevni hava bjargað 20 milliónir mannalív fyrsta árið, tey vórðu brúkt.
Tað vísir nýggj gransking, sum er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum The Lancet Infectious Diseases.
Granskingin er bygd á dátur, sum eru savnaði inn frá 185 londum frá 8. desember í 2020 til 8. desember í 2021.
Hetta er fyrsta kanningin, ið roynir at kortleggja, hvussu nógv andlát eru forðaði bæði beinleiðis og óbeinleiðis vegna koppseting fyri koronu.
Granskararnir aftanfyri kanningina hava funnið fram til, at 31,4 milliónir fólk høvdu doyð, um eingin koronukopsseting var atkomulig. Eisini kemur kanningin fram til, at 19,8 milliónir mannalív eru bjargaði vegna koppseting fyri koronu.
Kanningin er gjørd við støði á almenn tøl – ella metingar, tá ongar dátur hava verið tøkar – fyri andlát, sum kunnu setast í samband við korona umframt deyðatíttleika í teimum ymisku londunum.
Dáturnar eru samanlíknaði við eina hypotetiska alternativt hugsað mynd, har eingin koppseting varð framd.
Modellið tekur hædd fyri variatiónum, hvussu nógv valdu at koppseta seg í londunum og eisini munin millum virkisføri á ymisku koppingarevnum, sum eru blivin brúkt í hvørjum landi.
Eisini kemur kanningin fram til, at sloppið kundi verið undan næstan 600.000 andlátum, um stevnumiðið hjá Heimsheilsustovninum, WHO, at 40 prosent av øllum heimsborgarum vórðu koppsett innan 2022, bleiv uppfylt.
– Milliónir av mannalívum eru eftir øllum at døma bjargaði vegna koronukoppingarevni, men kundu havt gjørt tað betur, sigur Oliver Watson, ið er høvuðsrithøvundur á kanningini, frá Imperial Collage í London.
Sambært WHO, hevur korona kravt 6,3 milliónir mannalív, men í mai í ár segði heilsustovnurin, at veruliga talið helst er umleið 15 milliónir, tá bæði beinleiðis og óbeinleiðis andlát eru tikin við í roknistykkið.
/ritzau/