Granskari: Tey ríku londini hava hamstrað koppingarevni – omikron er avleiðingin

– Vit hava ikki ráð til at bíða eftir, at skeivleikin verður rættaður í samband við býtið av koppsetingarevnum, skrivar avstralskur granskari

Sigurjón Einarsson
8. desember 2021 kl. 17:15

Vit vita ikki heilt enn, hvussu farligt nýggja omikron-fyribrigdið er, men fyrstu ábendingarnar eru, at tað smittar meira, men er kanska minni vandamikið enn Delta-frábrigdið, sambært smittuserfrøðingum. Tó eru ábendingar um, at omikron-fyribrigdið er meira harðført yvirfyri koppingarevnum, tí stúrir heimsheilsustovnurin, WHO, fyri, at hetta frábrigdið kann elva til eina heimsumfatandi vøkstur í smittutilburðum.

Um tey núverandi koppingarevnini framhaldandi kunnu verja okkum móti álvarsomum sjúkum – og í ringasta føri – deyða, so kunnu koppsett fólk í okkara parti av heiminum draga andan lættliga.

Verri stendur til í menningarlondunum, har omikron-frábrigdið kann enda við at vera steinur oman á byrðu, og kann vera atvoldin til, at enn ein smittubylgja fer at raka heimssamfelagið, sum fer at ganga mest útyvir menningarlondini, umframt verri fátækradømi í pørtum av heiminum, ið longu eru illa fyri vegna heimsfarsóttini, sambært avstralska granskaranum Deborah Gleeson, ið er lektari á lærda háskúlanum í Melbourne, Avstralia, La Trobe.

Tað skrivar Videnskab.dk.

Sosialur ójavni forðar atgongd til korona-koppingarevni

Deborah Gleeson, ið er granskari í fólkaheilsu, heldur, at valdhavarnir mugu handlað skjótt fyri at rætta ójavnan, har menningarlondini ikki hava sama atgongd til koppingarevni, sum vit í vesturheiminum, og tað kann enda við, at alsamt fleiri frábrigdi taka seg upp, sum í ringasta føri ikki verður steðgað av immunskipanini ella koppingarverju.

Í endanum av november 2021 høvdu umleið 54,2 prosent av heimsins íbúgvum fingið í minsta lagi eitt prik av koronakoppingarevni. Fyri menningarlondini er tað bert 5,8 prosent, ið hava fingið fyrra prikið.

Í Afrika stendur tað illa til.

Í umleið 40 londum eru tað minni enn 10 prosent av íbúgvunum, sum eru liðugt koppsett – meginparturin av hesum londum liggja í Afrika.

Serfrøðingar hava ávarað um ójavna býtið av koppingarevnum síðan koronuheimsfarsóttin byrjaði, men sambært avstralska granskaranum, so eru tað ymsar orsakir til tess.

COVAX hevur ikki livað upp til sítt lyfti

Koppsetingarsamtakið, COVAX, ið arbeiðir fyri at tryggja nóg mikið av koppingarevnum til lond við lág- og miðalinntøkulondum, hava stríðst fyri at tryggja nóg nógv koppingarevni, síðani COVAX-skipanin byrjaði í 2020.

COVAX varð sett á stovn fyri at tryggja, at koppingarevni verður latið um allan heim, serliga til tey fátækaru londini.

Umleið 100 láginntøkulond eru bundin at hesari koppsetingarætlan.

COVAX-skipanini skuldi eftir ætlan lata tvær milliardir skamtar áðrenn endan av hesum árinum – sum var mett at vera nóg mikið at koppseta tey, ið vóru í vandabólkinum í menningarlondunum.

Men tað hevur ikki heilt gingið eftir vild, tí tey ríku londini hava ikki livað upp til ætlanina at lata tvær milliardir skamtar. Í september metti COVAX, at 1,4 milliardir skamtar vóru fingnir til vega til endan av 2021.

Men tað bleiv verri enn: Í november í ár var mett, at bert 576 milliónir skamtar fóru at verða latnir.

Grundin til, at 1,5 milliardir skamtar minni enn ætlað vórðu latnir til COVAX-skipanina stóðst millum annað av, at tey ríku londini hamstraðu – við hjálp av undangóðkendum keypssátmálum – meira enn helvtina av teimum fyrstu 7,5 milliardir skamtarnar, sum vóru framleiddir, og so stóð COVAX eftir við molunum.

Manglandi levering av lovaðum koppingarevni

Tey ríku londini eru næstan blivin noydd til at geva lyfti um at lata fleiri skamtar til lág- og miðalinntøkulond, men hetta hevur víst seg at vera tóm lyfti, tí tað hevur gingið strilti við levering.

Meira enn 1,3 milliardir skamtar vóru lovað innan tann 25. oktober, men bert tíggju prosent vóru latin.

Samstundis hava tey ríku londini ikki lurtað eftir yvirlýsingini frá heimsheilsustovninum, WHO, um at bíða við at geva sonevndu “booster”-koppsetingina, áðrenn restin av heiminum ikki longur haltar eftir.

Læknar uttan landamørk metir, at, eftir at “booster”-koppsetingin hevur verið, so fara tíggju av teimum ríku londunum í heiminum at eiga meira enn 870 milliónir skamtar inni, hóast tey í grundini ikki eru brúk fyri hesum, tá hetta árið er úti.

Deborah Gleeson heldur, at tey múgvandi londini hava í meira lagi hamstrað koppingarevni, svøltað COVAX fyri skamtar og yvirhøvur gjørt ov lítið við at veita menningarlondunum ta hjálp, hesi hava havt brúk fyri. Hon finst eisini at avgerðini, at upphavsrætturin til koppingarevnini ikki varð strikaður, so menningarlondini sjálvi kundu farið í holt við at framleiða koronukoppsetingarevni.

– Hetta má og eigur at kunna gerast betur. Omikron-frábrigdið er eitt klárt dømi um, at vit als ikki hava ráð at bíða longur eftir, at skeivleikin verður rættaður í samband við býtið av koppsetingarevnum, sigur Deborah Gleeson, granskari í fólkaheilsu, sambært Videnskab.dk.

Kelda: Videnskab.dk og The Conversation