Granskarar hava funnið vatn á gongustjørnum, ið minna um okkara jørð. Hesar gongustjørnur liggja í einari sólskipan, ið er uml. 40 ljósár frá okkara egnu sól.
Um mannaættin ein dag verður noydd at flyta av jørðini, er TRAPPIST-1 sólskipanin ein møguleiki. Hendan skipanin er at finna uml. 40 ljósár frá okkara sól, og tað serliga við hesari nýggju sólskipanini er, at allar gongustjørnurnar, ið eru sjey í tali, hava uml. somu stødd sum okkara jørð. Tríggjar av teimum eru enntá í búgvandi økinum, eitt øki har gongustjørnan er nóg langt burtur frá sólini til at nýtt lív kann byrja, men kortini ikki alt ov langt burtur.
Tá vit funnu sólskipanina í 2016, sóu vit beinanvegin, at gongustjørnurnar vóru uml. líka stórar sum okkara. Útfrá strekkinum til teirra sól, síggja vit, at tey hava rætta yvirflatahitan til lív, sigur Hans Kjeldsen, professari við institut for fysik og astronomi við universitetinum í Aarhus.
Nú eru fleri góð tíðindi fyri tey, ið kundu hugsa sær at flutt til TRAPPIST-1. Kanningar vísa, at gongustjørnurnar ikki bert eru stórar steinkúlur, men at fleiri av teimum helst hava vatn.
Fyri at lív kann spretta, er neyðugt við vatni. Alt peikar á, at vit hava umstøður úti í rúmdini, ið kunnu samanberast við okkara jørð. Hesar gongustjørnur líkjast meira okkara enn okkara nærmasti granni, Mars, sigur Hans Kjeldsen.
Enn vita vit ikki, um gongustjørnurnar kring TRAPPIST-1 veruliga eru til at búgva á. Gongustjørnurnar í TRAPPIST-1 snara ikki um ás sína, sum jørðin ger. Tær hava hvør sína sólsíðu, ið altíð vendir móti sólini, og eina skuggasíðu, ið ongantíð vendir móti sólini.
Okkum manglar enn vitan um, hvørji luftsløg finnast í lofthválvinum hjá teimum ymsu gongustjørnunum, og hvussu hita- og veðurlagið verður ávirkað av, at tær ikki snara, sum jørðin ger.
Kelda: DR