Í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið taptu bæði Víkingur og KÍ. Í fjør vóru tað hesi bæði, sum spældu finalu. Hana vann Víkingur 1-0.
At Víkingur og KÍ longu í fyrsta umfari eru varpað úr steypakappingini ber við sær, at talan verður um tvey heilt onnur finalulið í heyst. Tað er eisini greitt, at tað ikki er møguleiki fyri finalu millum stóru feløgini í Gundadali.
Fyrr í ár tapti B36 2-0 í landskappingini ímóti grannunum í HB. B36 hevur vunnið ímóti Víkingi og í kvøld ímóti KÍ. Nú fær B36 nýggjan møguleika at vinna ímóti HB.
Í kvøld hevur lutakast verið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinaluni. Lutakastið bar við sær, at B36 og HB hittast.
Tvær aðrar grannauppgerðir vera.
Onnur er, tá ið B68 í bestu deildini fær vitjan av NSÍ í næstbestu deildini.
Ein onnur verður, tá ið EB/Streymur í bestu deildini fær vitjan av Skála í næstbestu deildini.
AB vann í dag 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy í triðbestu deildini. Málið varð skorað við brotssparki í 94. minutti. Í fjórðingsfinaluni eigur AB heimavøll ímóti 07 Vestur, sum í dag sendi ÍF úr steypakappingini.
Fjórðingsfinalur
Mikudagin 10. mai
EB/Streymur – Skála
B36 – HB
B68 – NSÍ
AB – 07 Vestur
Fyrra hálvfinala
Mikudagin 28. juni
Seinna hálvfinala
Mikudagin 27. september
Finala
Leygardagin 4. november
-
Í dag
ÍF – 07 Vestur 0-2 (0-1)
0-1: Uros Stojanov
0-2: Jón í Horni Nielsen
TB – B68 0-1 (0-0)
0-1: Jørgen Nielsen 78.
Dómari: Rúni Olsen
AB – FC Suðuroy 1-0 (0-0)
1-0: Brian Jakobsen br 94.
Dómari: Rani A. Skaalum
B36 - KÍ 2-0 (0-0)
1-0: Andrass Johansen
2-0: Hannes Agnarson
Dómari: Eiler Rasmussen