Grand Prix-serfrøðingur: Danmark hevur besta kjansin at vinna síðan 2013

Danmark hevur øgiliga góðan kjans at vinna Eurovision Song Contest. Vinnarasangurin, 'Higher Ground' hjá Rasmussen, kann...

Alda Nielsdóttir
11. februar 2018 kl. 10:45

Danmark hevur øgiliga góðan kjans at vinna Eurovision Song Contest.

Vinnarasangurin, 'Higher Ground' hjá Rasmussen, kann gerast eitt stórt hit í Evropa. Tað heldur Grand Prix-serfrøðingur, Johann Sørensen, ið eisini er formaður í felagnum 'Melodi Grand Prix Fans'.

Tá hann varð spurdur hví hann helt, at Rasmussen vann, segði hann: Rasmussen var tann solisturin, ið hevði mest at siga, og 'Higher Ground' er ein sangur, ið setur seg fast, og ein sangur, ið var væl framførdur.

Á YouTube hava dupult so nógv fólk hugt eftir sanginum hjá Rasmussen sum tey hava hugt eftir hinum donsku Grand Prix framførslunum, og eg havi bert sæð positivar viðmerkingar. Tær koma úr øllum Evropa, og tað hevur stóran týdning, tí at fáa atkvøður frá nábúgvunum er ikki nóg mikið, sigur Johann Sørensen við DR.

Í fjør gjørdist Danmark nummar 20 í Eurovision, og í 2016 og 2015 komu tey ikki í finaluna, men Johann Sørensen heldur, at í ár hevur Danmark ein góðan kjans.

Vit hava besta kjansin síðan Emmelie de Forest (mynd) í 2013. Hetta er ein sangur, ið hevur ein sterkan boðskap um frið og at samla fólk, og tað er nakað vit halda, at alt Evropa tekur undir við. 'Higher Ground' er eitt slag av 'Only Teardrops 2.0' (Vinnarasangurin hjá Emmelie de Forest í 2013, red.).

Johann Sørensen heldur, at til ber at gera framførsluna enn betri. Eg kundi hugsa mær heitari litir á pallinum, meira eld og onkrar trummur. Kanska átti Rasmussen at farið í ein ordiligan víkinga-búna? sigur hann.