Seinastu tvey leygarkvøldini hevur Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn verið karmur um tónleikakappingina Sement. Seks einstaklingar og bólkar komu víðari til finaluna, sum í kvøld var send beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Støðið á luttakarunum var høgt, og fleiri høvdu ilt við at meta um, hvør skuldi vinna kappingina. Dómsnevndin var tó samd, og valdi bólkin Gówa, við songkvinnuni, Onnu Sofíu Skoradal, á odda, sum vinnara av kappingini. Ragnar Finsson gjørdist nummar tvey, og Ása Helena Brynjarsdóttir nummar trý. Tey trý vunnu øll studiotíð og gávukort frá Simma.
Tveir einstaklingar ella bólkar skuldu eisini veljast, til at spæla á G! Festivalinum og Spot Festivalinum í Aarhus. Umboð fyri G! Festivalin valdu Ragnar Finsson, meðan umboð fyri Spot Festivalin valdu Ásu Helenu Brynjarsdóttir.
Hini, sum tóku lut í finaluni í kvøld, vóru Ester Skála, Jákup Eli og Ókendir.