Føroyska talvlandsliðið stóð seg væl í EM-kappingini í Montenegro í dag. Móti Sveis endaði tað remis á trimum borðum, og tað var meira enn roknað var við framman undan. Dysturin endaði 2½-1½ til Sveis.
Høgni Egilstoft Nielsen tóktist vera greitt við yvirlutan á 1. borði, men tá ið á stóð í tíðartroti valdi hann tryggu loysnina og javnleikin. Rógvi kláraði aftur remis í dag eins og í gjár, og nú bragdaði eisini hjá John Rødgaard. Martin Poulsen mátti dvína við svarta fólkinum á øðrum borði.
Samanumtikið eitt flott úrslit hjá Føroyum. Sveis – við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum á liðnum – er styrkismett sum nummar 28 í kappingini.
Føroyar eru styrkismettar nummar 36 av 38 liðum. Vit hava Skotland og Kosovo aftanfyri okkum í styrkismetingini. Dystirnir móti teimum – helst møta vit teimum báðum – verða lykladystir.
Tap í hendi hjá Magnusi
Norra, sum er sterkasta talvtjóðin í norðurlondum, hevur vinglað í fyrstu dystunum í Montenegro. Í dystinum móti Eysturríki í dag frættist, at tap var í hendi hjá heimsins besta – Magnusi Carlsen. Honum eydnaðist kortini at bjarga sær javnleik. Men Norra tapti dystin 2½-1½. Í gjár var 2-2 móti Slovakia.
Danir hava fingið harða byrjan. Í gjár vunnu teir púra óvæntað á Aserbadsjan 2½-1½. Aserbadsjan er toppseedað í Montenegro. Í dag var Rumenia á skránni hjá dønum. Rumenia – styrkt við ungarska superstórmeistarnum Richard Rapport og sterka ukrainska stórmeistaranum Schevchenko – er styrkismett sum nummar tvey í kappingini. Danir stóðu seg aftur væl í dag, men taptu 2½-1½. Hin blaðungi Jonas Buhl Bjerre telvaði remis á 1. borði móti Rapport.
Íslendingar, sum fingu dyggan lúsing í dystinum móti Serbia í gjár, og taptu 4-0, vunnu í dag 3-1 á Kosovo. Svøríki og Finnland telvaðu sínamillum í dag. Svøríki vann 3-1.
Onnur úrslit í dag:
Týskland – Ungarn 2½-1½
Kekkia – Ongland 2-2
Armenia – Kroatia 2-2
Ísrael – Spania 2½-1½
Frakland-Turkaland 2½-1½
Holland – Grikkaland 2½-1½
Italia – Serbia 1½-2½
Slovakia – Aserbadsjan 1½-2½
Triðja umfar er í morgin. Byrjað verður klokkan 14. Enn er ikki greitt hvussu telvað verður. Á heimasíðu Talvsambandsins er leinki til kappingina.