Gøtunes landar 2.150 tons

Størsta skipið hjá Varðanum, Gøtunes, kom í morgun á Tvøroyri við metstórari last. Men hon er ikki bara frá Gøtunesi sjálvum. Hini skipini hava eisini pumpað sína last yvir í Gøtunes áðrenn hann fór inn at landa

Sveinur Tróndarson
16. september 2021 kl. 15:33

- Hetta er eitt rættiliga sjáldsamt ár, tá tað kemur til makrelfiskiskap. Tað líkist ikki árunum frammanundan, tí ein dag er hann har og so er hann burtur aftur, og so mugu skipini aftur til at leita.

Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum.

Dimmalætting hevur ringt til hansara fyri at frætta um stóru lastina, sum Gøtunes, ið er størsta skipið hjá reiðarínum, er í holt við at leggja upp til Varðan Pelagic á Tvøroyri í dag. Skipið hevur 2.150 tons umborð, og um tað ikki er størsta last, sum er løgd upp í Føroyum, so táttar tað í øllum førum í at vera tað.

Tí kundi tað bent á, at skipini nú av álvara hava rakt við makrel, men tað er ikki støðan, veit Bogi Jacobsen at siga frá.

- Nei, heilt so gott er tað ikki. Gaman í hevur Gøtunes fiskað sjálvur, men hann hevur eisini tikið makrel frá hinum skipunum á feltinum, og tað er orsøkin til, at hann hevur so nógvan makrel, sigur Bogi Jacobsen.

Tað tekur umleið tvey samdøgur at leggja lastina upp á Tvøroyri. Varðin Pelagic klárar at virka um 1.000 tons um samdøgrið, so seinnapartin leygardagin fer skipið aftur til fiskiskap.

Tað hevur sum sagt gingið illa at fáa glið á makrelfiskiskapin í ár. Tí hava skipini leitað nógv, og so er tað, sum Bogi Jacobsen sigur, at tey knappliga raka við makrelin ein dag og so er hann burtur aftur dagin eftir.

- Hví tað er so vita vit ikki. Vit vita bara, at hetta árið líkist nokkso nógv frá øðrum árum, sigur Bogi Jacobsen.