Høvuðsnavnið á Voxbotn, Nephew, livdi upp til væntanirnar, tá stóri og væl umtókti danski rokkbólkurin fór á pallin í Vágsbotni í kvøld.
Við einum góðum blandi av nøkrum fáum nýggjum og nógvum góðum gomlum sangum, fekk Simon Kvamm og hansara vinmenn í Nephew samantroðkaðu mannamúgvuna á torgi Nólsoyar Pálls at kóka.
- Nephew er aftur í veruleikanum. Takk fyri at tit hava tikið so væl ímóti okkum. Eg veit, at hetta kanska ikki er rætta staðið, men eg verði noyddur at siga tað kortini...
Og so kom standard heilsanin hjá Simon Kvamm, tá Nephew spæla konsertir í Føroyum. "Abbi mín var gøtumaður", og hann tykist sera stoltur av at kunna siga tað.
Eftir ein støðg í fleiri ár, er Nephew hesaferð komið til Føroyar í eini nýggjari útgávu, versjón 2.0, sum Kvamm kallaði tað, við tað at orkestrið er víðkað við einum kvinnuligum limi, Marie K. Højlund. Og hon vísti seg at rigga. Rødd hennara hóskar sera væl til dominerandi oddamannin í orkestrinum.
Nakað nýtt við orkestrinum nú er eisini, at teir eru farnir at taka eldri sangir úr danska sangskattinum til sín. Hesir sangir rigga væl, hóast teir í kvøld ikki fingu Vágsbotn at kóka á sama hátt, sum tá til dømis "Igen &Igen &", "Superliga" og "Hjertestarter" vórðu spældir.
Voxbotn varð signað við góðum summarveðri í ár, og veðrið hevur sett dám á konserttiltakið í dag við nógvum glaðum fólkum.
Byrta hevur júst nú hitað upp til tei meira DJ-kendu høvuðsnøvnini á kvøldinum, fyrst BJones og síðan Mike Perry. Seinni verður so gjørt pláss til føroysku nøvnini, sum fáa loyvi til at enda teir báðar pallarnar, fyrst Danny & The Veetos, og síðan Swangah.