Gøtumaður flytur til ÍF

Eftir hálvt ár í Australia og fleiri ár í B68, fer fyrrverandi víkingur nú at spæla við ÍF

Tonni Thomsen saman við ÍF formanninum Georges Rouah. Mynd: ÍF
Jóannes Hansen
1. januar 2024 kl. 20:12

Nakrar tímar undan ársskiftinum vóru tíðindini úr Fuglafirði, at miðvallarin Bogi Reinert-Petersen aftur fer at spæla við ÍF. Hann hevur seinastu tvey árini spælt við EB/Streymi.

Nakrar tímar eftir ársskiftið eru tíðindini úr Fuglafirði, at ÍF hevur skrivað undir sáttmála við Tonni Thomsen, sum í 2024 fer at spæla við ÍF.

ÍF skrivar soleiðis:

Vit eru sera fegin at kunngerða at Tonni og ÍF hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2024.

Eftir nøkur fín ár á Toftum, fór 24 ára gamli Tonni til Australia at royna síni fótbóltsevnir. Men eftir hálvt ár hevur gøtumaðurin valt at venda heimaftur, og vit eru glað fyri at Tonni hevur valt at koma til Fuglafjarðar, skrivar ÍF.

Sambært fraoesoccer.com hevur Tonni Thomsen spælt 56 dystir og skorað tvey mál í bestu deildini. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt fimm dystir, og í europeisku kappingunum hevur hann spælt ein dyst.

Átta av dystunum í bestu deildini umboðaði hann í 2017, 2018 og 2019 Víking, og í 2021, 2022 umboðaði hann B68.

Tonni Thomsen spældi við barndómsfelagnum Víkingi fram til á sumri í 2019, tá ið hann skifti til B68, sum hann umboðaði fram til og við 2022. Í 2023 spældi hann fram til miðskeiðis í mai níggju dystir í næstbestu deildini fyri Víking.

Tonni Thomsen hevur røkt øll plássini í verjuni og eisini verjukend miðvallarpláss.