Øssur Hansen er venjari á Argjum, har málið er aftur at vinna pláss í bestu deildini, sum AB í fjør flutti niður úr.
AB skrivar soleiðis:
Ein av stóru knútunum hjá okkum í ár, sum hevur verið ringur at loysa, hevur verið at finna ein skikkaðan hjálparvenjara til besta mansliðið. Nú er hesin týdningarmikli sessurin tó endiliga komin upp á pláss. Nýggi hjálparvenjarin hjá AB er Andras Jákupsson.
Andras, ið er 35 ára gamal, er upprunaliga úr Gøtu, men seinastu árini hevur hann havt venjarauppgávur í Hoyvík. Í 2022 var hann høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík í 2. deild, og í fjør var hann hjálparvenjari hjá samanlagda hoyvíksliðnum í 1. deild.
Møguleikin at gerast hjálparvenjari hjá AB stóð eisini Andrasi í boði í vetur, men tá lá ikki fyri. Hesaferð riggaði betur.
Andras Jákupsson verður til sína fyrstu venjing í dag og legst afturat toyminum á besta mansliðnum, har Øssur Hansen er høvuðsvenjari, Martin Dalsgarð er liðleiðari og Teitur Olsen er fysioterapeutur. Til ólavsøkudystin ímóti B71 verður Neli Heldarskarð eisini partur av venjaratoyminum.
Meðan ongin hjálparvenjari hevur verið, hava skaddir leikarar upp á skift hjálpt Øssuri Hansen. Teimum skyldar AB eina stóra tøkk.
Avtalan millum AB og Andras Jákupsson er í fyrstu syftu galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.