Í marts mánaði varpaðu vit út á sosialum miðlum at okkum tørvaðu veggir til Gøtulist Føroyar verkætlanina. Vit vóru ikki sørt ovfarin at tí stóra áhuganum frá føroyingum. Fólk hava veri ótrúliga røsk at senda okkum uppskot um støð ið kunnu málast. Ein rúgva av uppskotum eru komin inn, alt frá húsaveggjum, fjós, neyst, bátar, bilar og mangt annað er boði fram frá bæði privatfólkið og kommunum.
Vit hava valt nøkur støð út, mest fyri at avmarkað verkætlanina hettar fyrsta árið. Støðini eru vald út frá staðseting, atgongd hjá almenninginum og komplimentering hjá lista- verkinum og fólkinum.
Okkara aðalmál við Gøtulist Føroyar verkætlanini er at fáa listina í eygnahædd við borgaran í Føroyum í eini roynd at avmystifisera tað ið oftast kann tykjast háfloygt og fjart í listini. Vit vilja skapa eitt tættari samband millum borgaran og listina í almenna rúminum, og á hendan hátt varpa ljós á listina.
Íblástur til verkætlanina eru líknandi verkætlanir uttan úr heimi. Eitt serliga gott dømi um líknandi verkætlan er Wall Poetry í Reykjavík, Íslandi. Wall Poetry var gjørt í samstarv við árliga Airwaves festivalin, har mann setti tíggju listafólkum saman við tíggju tónleikarum, sum í felag gjørdi eitt verk í part runt í Reykjavík, við íblástri úr tónleikinum.
Vit eru nú komin so mikið langt við okkara gøtulist verkætlan at vit hava avdúka nøvnini fyri 2021. Hettar eru nøvn í heimsklassa, og vit eru sera errin og spent at fáa tey hendan vegin, at ríka okkara gerandisdag.
Vit hava bjóða fýra listafólkum koma til Føroyar í juli 2021 at gera veggja-málningar bæði í náttúruni, í bygdum og býum í Føroyum. Listafólkini ið koma uttanlanda eru, Axel Void, Gabriela Ayza, Natalia Lasso og Jacoba Nierpoort.
Í samband við verkætlanina, fara vit at skipa fyri fleiri tiltøkum:
- Almennar framløgur og prát/kjak við listafólkum. ,
- Ferneriserings tiltøk. ,
- Almenn máling av listaverkum yvir eina til tvær vikur, í bygdum øki og í náttúruni. ,
- Útstilling við listafólkum.
Tá øll listaverk eru liðug verður tað skipa fyri einum vígslu tiltakið, ið verður varpa breitt á øllum miðlum. Samstarvsfelagar okkara hava stórar pallar á miðlunum og kunnu røkka langt út í heim. Og ein stuttur filmur verður gjørdur av allari verkætlanini.
Listafólk
AXEL VOID (Ongland)
Axel Void var føddur í Miami, USA í 1986. Móðir hansara er úr Haiti og pápi hansara er úr Spania. Axel vaks upp í Spania, har var hann sera hugtikin av klassiskari myndlist og tekning. Í 1999, fekk Axel áhuga fyri graffiti listini, og ta listina hevur hann hildi fast í líka síðan.
Axel hevur lisið Fine Art í Cádiz, Granada og eisini í Sevilla, og flutti eftir loknan lestur til Berlin í nøkur ár, áðrenn hann valdi at flyta aftur til heimstaðin Miami í 2013, har hann enn livir.
GABRIELA AYZA ASCHMANN (Spania)
Gabriela Ayza er fødd í 1991, í Cologne, Týsklandi. Mamma hennara er úr Týsklandi og pápi hennara er úr Spania. Gabriela hevur lisið á University of Fine Arts í Sevilla, Spania har hon fekk hámerki fyri dygdir.
Verkini hjá Gabrielu Ayza varpa hennara leitan eftir tí poetiska. Gabriela’sa hugburður er at at vit hava tørv á at lurta eftir okkum sjálvum og okkara umhvørvi. Við hesum útgangsstøði koma vit tættari at okkara egnu tilveru.
JACOBA NIERPOORT (Danmark)
Jacoba er 33 ára gomul og býr í Keypmannahavn. Hennar verk eru fyri tað mesta at finna í almennum rúminum runt um í Danmark, og í útlondum. Jacoba byrjaði at mála veggir tá hon var 18 ára gomul, og hevur síðan tað mála yvir 40 veggjamálningar á heili 4 heimspartum.
Í hennara list leggur hon serligan dent á sambindan millum menniskju, og hon sær street art sum eitt máttmikið tól ið kann skapa samrøður um sosialar trupuleikar. Listin hjá Jacobu greinar bondini millum menniskju, náttúruna og kroppin á fljøkjasligar og persónligar háttir, har hon leggur dent á at visualisera kenslur og evni.
BardurDC (Føroyar)
Bárður Dal Christianssen er føddur í 1985 í Tórshavn. Bárður er arkitektur og listamaður ið arbeiðir við bæði stór- og smá-skala verkum. Bárður er kendur sum ein tann fyrsti føroyingurin ið royndi seg við street art í Føroyum. Verkini hjá Bárði er byggja oftani á føroyskar søgur og sagnir og tulka við einari modernaðari ekspressionismu.
TRÖDL (Føroyar)
TRÖDL er pseudonym hjá Ólavur S.T. Thorsteinsson. Ólavur er føddur í 1985 og er uppvaksin í havn. Ólavur er nokk tann mest aktivi street art listamaðurin í Føroyum, og arbeiðir fyri tað mesta við spraymáling. Verkini eru ofta lýst sum kompromis-leys og vill og kunnu síggjast runt um í Føroyum og úti í heimi.
Tað vísur seg at vera truppult at fáa stuðul til eitt tílíkt tiltak, men sum teir eldsálir vit eru hava vit avgjørt at koyra verkætlanina ígjøgnum hóast alt. Í summar 2021 verður generalprøvan, men ætlanin er at hettar verður eitt afturvendandi tiltak, ið kastar av sær verkstovur fyri lokalum áhugaðum, eitt styrkt altjóða lista-netverk, ein dokumentarfilm, almen tiltøk og eitt generelt lyft í lívsgóðskuni í Føroyum.
Sum støðan er í løtuni ger allur stuðul mun. Fíggjarligur stuðul er sjálvandi ynksiligt, men um tú hevur ella kennur onkran ið kann stuðla við tilfarið, amboðum, lyft/stillads, ella líknandi, so endaliga sig okkum frá á gotulistfo@gmail.com