Gøtu húsasøga verður nú givin út í bók

Hetta er fyrsta av trimum bókum um Syðrugøtu

Tíðindaskriv frá Gøtu húsasøgu
2 tímar síðan

26. november kemur fyrsta bók um Syðrugøtu í sølubúðirnar. Í hesum sambandi verður bjóðað til bókaframløgu í Víkingahúsinum í Norðragøtu týskvøldið 26. november kl. 19.00.

Hetta er fyrsta av trimum bókum um Syðrugøtu. Bøkurnar verða skipaðar eftir sama leisti, sum brúktur varð í bókini um Gøtugjógv. Umframt sjálva húsasøguna er í hesari bókini eisini drúgvur partur um hagan og bøin í Syðrugøtu og onnur viðurskifti landbúnaðinum viðvíkjandi. Serliga drúgvur er parturin um ósemjuna um, hvussu langt suður Húshagin skuldi ganga, tí nógv nýtt skjalatilfar er komið undan kavi um ta søguna.

Grundstuðulin undir arbeiðinum við bókini var tað tilfar, sum Arnleyg í síni tíð savnaði inn. Hetta tilfar er eftirkannað, og upplýsingar eru funnir fram, har okkurt vantaði í. Harumframt er stórt arbeiðið lagt í at finna fram nýtt søguligt tilfar í skjalagoymslum á Tjóðskjalasavninum og øðrum keldum.

Erling Isholm, rithøvundur, kemur at greiða frá arbeiðinum við bókini, og Pætur Húsgarð kemur at greiða frá framhaldandi arbeiðinum hjá Gøtu húsasøgu.

Bókin kostar kr. 300,- Í sølubúðunum. Í sambandi við bókaframløguna verður bókin seld fyri serprís, kr. 250,-.

Møguligt er eisini at keypa bøkurnar um Gøtugjógv og bind 1 um Syðrugøtu saman fyri einans kr 400,-.

Bjóðað verður kaffi og okkurt søtt undir tonnina.