Aftur nú hevur løgreglan kanna ferðsluna við ein skúla fyri at vita, hvussu støðan er, tá ið foreldrini koyra børnini í skúla.
Tey hyggja serliga eftir um foreldrini syrgja fyri, at børnini sita í trygdarbelti og barnastóli, sum tey skulu, og at tey ikki sita við skúlatasku á rygginum.
Tey hyggja eisini at, at bilarnir koyra varliga við øllum børnunum á vegnum.
Hesa ferð vóru tey við Skúlan á Fløtum í Havn og løgreglan sigur, at tey góvu børnunum endurskin - men tað var ikki neyðugt at geva bilførarunum nakað, tí alt var púra eftir forskriftunum.
Men seinni í gjár varð ein bilførari tikin, sum hevði eitt barn undir 15 ár í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tað sat í trygdarbelti. Tað kostar honum 1.500 krónur í bót og eitt klipp í koyrikortið.