Fyrra hálvár í ár hevði Betri Banki 169,1 milliónir í avlopi eftir skatt. Bankin sigur í tíðindaskrivi, at tað góða úrslitið stendst serliga av øktum rentuinntøkum.
Útlánini eru økt 379 milliónir og innlánini eru økt 451 milliónir hetta seinasta árið krónum seinasta árið.
Fyrr í ár varð avgerð tikin um at lækka fleiri kostnaðir og at gera aðrar tænastur ókeypis. Harafturat varð útlánsrentn lækkað í juni, men innlánsrentunar vórðu óbroyttar.
– Útlit eru til, at rentan lækkar aftur seinni í ár, og tí væntar leiðslan eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár í ár, sigur Bankin.
Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:
Úrslit eftir skatt: 169,1 mió. krónur
Útlán: 8.1 mia. krónur
Innlán: 9.6 mia. krónur
Solvensur: 34,7%