Pixel 8 snildfonin hjá Google hevur vunnið heiðurin sum besta snildfon í 2023. Hetta varð avdúkað til árliga tiltakið Global Mobile Awards. Hetta er fyrstu ferð at Google vinnur heiðurin, sum verður handaður av GSMA, sum er eitt vinnufelag hjá telefyritøkunum.
Snildfonin vann heiðurin frammfanfyri kappingarneytum sum iPhone 15 Pro, OnePlus Open, Samsung Galaxy S23 og Samsung Galaxy Z Flip 5. Sambært GSMA, var grundgevingin fyri at Pixel 8 vann heiðurin tann, at snildfonin hjá Google sum heild er kraftmikil og nýskapandi.
Í fjør vann iPhone 14 Pro hjá Apple heiðurin, meðan iPhone 13 Pro Max vann árið frammanundan. Í 2021 var tað Samsung Galaxy S21 Ultra, ið vann heiðurin sum ársins snildfon.