Arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin, gongur væl. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, nær í ár uppskotið um Suðuroyartunnilin verður lagt fyri Løgtingi.
Løgmaður staðfestir, at tað verður ikki í ár, at eitt uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið, tí tað er tað ikki búgvið til enn.
Men arbeiðið at fyrireika tunnilin, gongur sína gongd, og tað gongur væl. Á fíggjarlógini í ár, eru 10 milliónir settar til fyrireikingarnar og sama upphædd verður á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Nevndin fyri partafelagið, Suðuroyartunnilin, metir, at henda játtanin røkkur til at gera allar forkanningar lidnar. Tað er komið so mikið langt áleiðis, at nógv av arbeiðnum verður liðugt longu um ársskiftið.
Kortini skal ein royndarboring gerast næsta summar og partafelagið, Suðuroyartunnilin, fer at gera forprojekt, eisini linjuføring, og at gera eina kostnaðarmeting av íløguni og rakstrinum.
Tunnilsfelagið hevur sett tríggir arbeiðsbólkar, sum arbeiða við ávikavist linjuføring og atknýttir vegir, trygd, og hvat skal gerast við grótið.
Tveir av hesum bólkum eru farnir undir arbeiðið og bólkurin, sum skal fáa greiði á, hvat skal gerast við alt grótið úr tunlinum, hevur sín fyrsta fund fyrsta dagin.
Samstundis arbeiðir løgmaður við greina, hvat ein Suðuroyartunnil fer at kosta at gera, og at reka, samanborið við hvat tað kostar at hava Smyril siglandi.
Hetta arbeiðið verður gjørt saman við landsstýriskvinnuni í fíggjrmálum, landsstýrismanninum í samferðslumálum, Landsbankanum og partafelagnum Suðuroyartunnilin, og tey skulu eisini gera eitt uppskot til ein fíggingarleist.
Tá ið allar forkanningarnar eru lidnar og haldføriskanningin, og uppskot til fíggingarleist eru gjørd, er málið klárt til politiska støðutakan.
Løgmaður hevur sett ein politiskan fylgibólk, har allir flokkar á Løgtingi eru umboðaðir og eisini tann fylgibólkurin hevur havt sín fyrsta fund.