Hesa seinastu vikuna hava einir 4.000 – 5000 føroyingar verið í Berlin har teir rættiliga hava sett Føroyar á heimskortið, bæði á hondbóltsvøllinum, á áskoðaraplássunum - og í býnum.
Nú er stundin so komin at venda nøsini heim eftir aftur - men tað gongur strilti. Veðrið er nevniliga so ringt, at tað er ólag á ferðsluni, og fleiri flogfør eru avlýst og seinkað.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, Eftir ætlan skuldi fimm flogfør koma úr Berlin í dag, men í besta føri koma trý av teimum í dag.
Eitt flogfar skuldi koma úr Berlin í morgun, men tað fekk ikki lent og mátti fara til Bergen. Men har er veðrið eisini ringt, so nú er flogvøllurin í Bergen, stongdur, so tey sleppa ikki heim fyrr enn í morgin.
Gongst sum ætlað, koma trý flogfør úr Berlin seinni í kvøld, sum sum veðrið er, kann einki sigast við vissu.
Men tað fimta flogfarið verður so seint, at tey fólkini sleppa heldur ikki heim Flogvøllurin í Berlin steingir klokkan 22, so tey fáa eina nátt eyka í týska høvuðstaðnum og koma heim í morgin, sigur stjórin í Atlantsflogi.
Ferðafólkini, sum eru seinkað, og mugu gista í Bergen og í Berlin í nátt, fáa hotell og mat frá Atlantsflogi
Annars er eitt flogfar komið úr Keypmannahavn, men tað hevur gingið illa hjá flogfarinum úr Gran Kanaria at lenda í Vágum. Tað hevur flogið í ringrás eystan fyri Sandoynna og Suðuroynna eina góða løtu og bíða eftir líkindum. Hann er akkurát lendur, ein lítlan hálvan tíma seinkað.
Eftir ætlan skulu fýra flogfør koma úr Berlin í morgin, men veðrið er so svikaligt, at enn ber ikki til at siga, hvussu tað fer at eydnast. Men undir øllum umstøðum er tað longu nú greitt, at talan verður um seinkingar, tí tað ávirkar flogferðsluna eisini í morgin, at tað er ólag á í dag.
Tað er ringt veður, bæði í Føroyum, og aðrastaðni, og tað er ein kampur at halda vøllin í Vágum turran og kavafrían, men veðrið er eisini ringt aðrastaðni, og tað ger tað serliga tvørligt.